Náttarklubbin: Janus Rasmussen, URBANUS, JVNTOR
Og nú hevur tú møguleikan at uppliva føroyska heimsnavnið á dansigólvinum í Náttarklubbanum!
Janus hevur brúkt seinastu áratíggjuni til at skapa og framføra saman við øðrum listafólkum í óteljandi tónleikasjangrum, og savnað sær rúgvumikið av royndum og íblástri, sum eru at hoyra í hansara egnu melodisku framleiðslum av eksperimenterandi elektroniskum tónleiki.
Debut útgávan hjá Janusi, Vín, sum varð tilnevnd til norðurlendsku tónleikaráðsvirðislønina, sá hann slípa sínar minimalu techno-kotlettir til eina tíma langa ferð av akustiskum teksturi og elektroniskum ljóðsniði, sum sveiggjar og toppar, sum eitt væl gjørt DJ-sett.
Vit her heima kenna hann sjálvandi eisini, sum helvtin av vælumtøktu duo’ini BYRTA.
https://soundcloud.com/janusrasmussen
Urbanus er ein elektroniskur tónleikaframleiðari og DJ úr Klaksvík. Hann hevur útgivið fleiri egin løg og arbeiðir í løtuni við nýggjum tilfari, sum verður útgivið komandi tíðina.
Higartil eru einastu almennu framførslurnar í ár á G! Festival og nú í Náttarklubbanum.
Til hetta kvøldið fer Urbanus at spæla eina blanding av egnum framleiðslum og komandi útgávum saman við útvaldum favorittum.
Ett serligt høvi at hoyra bæði útgivnan og óútgivnan tónleik á dansigólvinum.
https://soundcloud.com/urbzmusic
JVNTOR sparkar kvøldið í gongd! JVNTOR sameinir ymiskar inspiratiónir í einum groovy, upplyftandi og melodiskum house setti.
Við royndum frá ymiskum pallum og einum góðum eyga fyri fjøldini, vita JVNTOR júst, hvussu eitt kvøld skal byggjast upp, frá fyrsta beat til síðsta drop.
https://soundcloud.com/jan-t-rhe-insson
18 ára aldursmark. Limarprísir í barrini frá kl.22-23:30.