Loading Events
Nær
08. november 2025 kl. 08 - 16
Hvar
Hotel Hafnia
Prísur
DKK 1500,

NeuroGraphica verkstova fyri kvinnur

Innbjóðing
Tú verður hervið boðin til ein øðrvísi, stuttligan og kreativan dag á Hotel Hafnia. Hvussu hevði tað verið, at latið uppvaskið staðið heima og bjóða tær sjálvari á hotell?
Loyv tær sjálvari at hugsavna teg við neurographica – ein nýggjur kreativur tekniháttur, ið hjálpir at skapa innara frið, flow og kreativitet.
Við tussj og litblýantum skapa vit tað lívið, vit ynskja.

Ikki er neyðugt við serligum tekniførleikum – øll kunnu verða við.  Frá 16 ár og upp. Max. 40 luttakarar.

Skrá

  • Morgundrekka
  • Vælkomin & introduktión
  • Modul 1
  • Miðmáli & netverk
  • Modul 2
  • Deiling, reflektión og endi

Tú spyr kanska
Hvat er NeuroGraphica?
NeuroGraphica® er ein nýggjur, strategiskur og kreativur tekniháttur, ið kann brúkast sum coaching og hjálp-til-sjálvhjálp-amboð, tá ið ein t.d. upplivir innara mótstøðu, ótta, frustration og drál. Vit fylgja einføldu uppskriftina og fara viðari til kreativitet, lívsgleði og aha-upplivingar, tí neural sambond í heilanum verða skapað av nýggjum.
Øll kunnu læra at tekna neurographica!

Hví tú skalt verða við?

  • Tú lærir okkurt nýtt og spennandi
  • Tú fær atgongd til eina arbeiðshátt, so tú kanst finna frið og harmoni
  • Tú fær atgongd til orku og tilfeingi, sum tú frammanundan ikki visti av
  • Tú verður saman við kvinnum, sum hava somu áhugamál
  • Tú fert heim við nýggari orku og vøkrum tekningum, ið tú sjálv hevur gjørt
  • Tú fært ein heilan dag í hugnaligum umhvørvi á Hotel Hafnia við blíðum starvsfólki og góðum mati

Skal eg hava tilfar við?

  • Tú skalt hava 6-12 litblýantar við. Ymiskar litir
  • Tríggjar svartar tussjpennar í ymiskum tjukdum t.d. 0,7mm; 1,0 mm og 2-3 mm
  • Evt. notathefti

Undirvísari: Dorthe Gyldenkærne, útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í tjugu ár. Hon er eisini útbúgvin í NLP, coaching og psykoterapi og nú eisini í vísindaliga tekniháttinum neurographica.

PS. Kanska hevur vinkona tín eisini hug at vera við?? (Send henni leinkið).