Loading Events
Nær
2. september 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 95

No Rest for the Wicked (Kasper Kalle, Danmark / Føroyar / Ísland, 2026, 103 min)

Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Balduri (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Fremmandamaðurin er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdarfólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðast til endans – og enn longur.

“No Rest for the Wicked” er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var “Christian IV – Kongens sidste rejse” (2018).

Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim.

Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth.

Charades í París stendur fyri altjóða søluni.