Nóllywood 2026
Nóllywood er ætlað ungum, sum hava áhuga fyri filmi, søguforteljing og skapandi miðlum. Her sleppa tey at arbeiða saman í bólkum og royna seg við øllum frá hugskotsmenning og handriti til upptøkur, leikstjórn og klipping.
Talan er um eitt mennandi og inspirerandi umhvørvi, har tey ungu ikki bara fáa undirhald, men eisini veruligar royndir við filmsframleiðslu og samstundis møta javnaldrum við somu áhugamálum.
Í Nóllywood fáa luttakararnir møguleika at:
- Menna kreativitet og samstarvsevni
- Læra grundleggjandi filmsframleiðslu
- Arbeiða við handriti, upptøkum og klipping
- Fáa innlit í, hvussu ein filmur verður mentur frá hugskoti til liðugt verk
- Styrkja sjálvsálit við kreativum sjálvstøðugum arbeiði
Plássini eru avmarkað, og vit vænta stóran áhuga.
Kostnaður er 1000 krónur íroknað mat og uppihald.
Meira kunning um Nóllywood sært tú her: