Við íblástri úr Føroyum og Írlandi, og við rótum í bæði norðurlendskum og keltiskum tónleiki, lata tey okkum ferðast við fiol, keltiskari harpu og myndatøku! Tónleikurin er bæði mildur og máttmikil eins og Norðuratlantshavið. Stundum stilt sum summarkvøld, stundum hart sum stormur úr vesturi.
Tey hava givið út tvær fløgur á Tutl: Norðan og Norðan2. Og báðar eru ein ómetaliga vøkur samanrenning av livandi ljóði og visuellum stemningum.