

Nordic String Quartet og ungir føroyskir tónleikarar (SE/DK/FO)
Høli: Klingran
Longd: 120 min (íroknað steðg)
Nordic String Quartet vitjar í Føroyum og bjóðar masterclass í musikkskúlanum fyri ungar, evnaríkar tónleikarar.
Tiltakið gevur teimum ungu møguleika at mennast í tøttum samskifti við kvartettina og at fáa nýggjan íblástur.
Sum eitt hápunkt av arbeiðinum bjóða tey almenninginum til eina seinnapartskonsert í Norðurlandahúsinum, har tey ungu framføra úrslitið av samstarvinum. Nordic String Quartet endar konsertina við kendu strúkikvartettini hjá Beethoven, Op. 127, sum í ár hevur 200 ára hátíðarhald.
Nordic String Quartet
Heiðrun Petersen, violin, Føroyar
Mads Haugsted Hansen, violin, Danmark
Daniel Eklund, bratsj, Svøríki
Lea Emilie Brøndal, sello, Danmark