

Nú byrjar søgan – barnabókmentir og sjónleikur hittast
Høli: Klingran
Longd: 15 min.
Setið tykkum væl til rættis og njótið søguna, sum verður kveikt til lívs í eini søguleikhúsframførslu.
Søguleikhúsið hjá Bókadeildini er upplestur fyri børn upp á ein heilt nýggjan máta. Søguleikhúsið sameinir sjónleik og bókmentir og ger upplestur til eina gandakenda uppliving. Tað er ein stuttligur, serligur og einfaldur máti at miðla søgur, sum fær børnini við í munnbornu søguna stuðlað av litríkum myndaørkum og flotta leikhúsinum. Málbólkurin er børn undir skúlaaldur.
Eina ferð um tíman fer Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari, at lesa eina søgu í básinum hjá Bókaklubbanum í Klingruni. Á skránni eru bæði nýggjar myndabøkur og kendir klassikarar.
Fleiri ymiskar myndabøkur verða lisnar upp:
1) Abbi og eg og abbi
2) Omma til sølu
3) Mín!
4) Hvalagongan
5) Bukkarnir Brúsi
6) Lorkuleggur
7) Eg vil eisini!
8) Mítt botnlív
9) Gruffalo
10) Eg bestemmi!
Søguleikhús er:
10.00
10.45
11.45
12.45
13.45
14.45
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags