Nú byrjar søgan
Høli: Dansistovan
Longd: 15 min.
Setið tykkum væl til rættis og njótið søguna, sum verður kveikt til lívs í eini søguleikhúsframførslu.
Søguleikhúsið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags er upplestur fyri børn upp á ein heilt nýggjan máta. Søguleikhúsið sameinir sjónleik og bókmentir og ger upplestur til eina gandakenda uppliving. Tað er ein stuttligur, serligur og einfaldur máti at miðla søgur, sum fær børnini við í munnbornu søguna stuðlað av litríkum myndaørkum og flotta leikhúsinum.
Sunnudagin á Bókadøgum lesa Esther á Fjallinum og ymiskir rithøvundar eina søgu hálva hvønn tíma frá kl. 10.00 – 14.00. Á skránni eru bæði nýggjar myndabøkur og kendir klassikarar. Málbólkurin er børn undir skúlaaldur.
Søguleikhússkrá:
Kl. 10.00 Tjørnin – Esther á Fjallinum
Kl. 10.30 Bjarta bustar tenn og Bjarta verður stórasystir – Silja Aldudóttir
Kl. 11.00 Bukkarnir Brúsi – Esther á Fjallinum
Kl. 11.30 Eg bestemmi – Esther á Fjallinum
Kl. 12.00 Gruffalo – Esther á Fjallinum
Kl. 12.30 Hvar er flogfarið? og Eg vil eisini! – Guðrið H. Jacobsen
Kl. 13.00 Abbi og eg og abbi – Esther á Fjallinum
Kl. 13.30 Lorkuleggur – Esther á Fjallinum
Kl. 14.00 Omma til sølu – Esther á Fjallinum
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags
