Ókeypis konsert í Tutl: Transient Z Eerie
Transient Z Eerie er soloverkætlanin hjá Benoît Mussche, ið er belgiskur tónleikari, sum arbeiðir við drúgvum dark ambient-tónleiki. Í fleiri ár hevur hann bert brúkt Soma-skipanina, og á pallinum fer hann at framføra tónleik við at syngja í “Soma The Pipe” og forma ljóðið beinleiðis gjøgnum eina lítla røð av hardware-effektum. Hann brúkar onga teldu og ongar frammanundan upptiknar samplar – alt, tú hoyrir, verður skapað á pallinum.
Áðrenn Benoît Mussche gav seg fult og heilt yvir til tónleikin, arbeiddi hann í meira enn tíggju ár sum yrkisfotografur, og eygað hjá honum setur enn dám á, hvussu verk hansara verða filmað.