Okkara Land er tann nýggi og spennandi føroyski syng við-festivalurin, sum sá dagsins ljós 1. juni 2024.
»Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond enn at síggja tað vakra, sum er í nánd?«. Somuleiðis meina vit, at vit ikki noyðast at leita fjart fyri at finna góðan tónleik, sum vit kunnu njóta og syngja við til.
Ætlanin handan Okkara Land er at hava eitt føroyskt tónleikatiltak bara til tey vaksnu. Vit saknaðu eitt tiltak, sum var meira stílað teimum vaksnu, sum elska at syngja við til øll tey góðu løgini, sum okkara fantastisku føroysku tónleikarir hava smíðað gjøgnum árini.
Tað er tískilt strangt 18 ára aldursmark.
Okkara Land verður aftur 21. juni 2025 frá klokkan 19 til 04 á helst tí størsta festivaløkinum í Tórshavn. Festivalurin verður hildin við Marknagilsvegin í Tórshavn.
Okkara Land fer at hýsa teimum allarbestu tónleikanøvnum, sum fara at framføra øll tey góðu løgini, sum vit elska at syngja við til.
Vit vóna, at tit møta fjølment upp og verða við til at gera dagin ógloymandi saman við okkum.
Samstundis, sum vit fara at hava eitt fantastiska gott kvøld saman, so stuðla vit eisini Barnabata fyri at hjálpa neyðstøddum børnum og barnafamiljum í Føroyum.
– Fyriskipari Dan Joensen, Okkara Land