Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. mai 2025 kl. 15 - 15:01

Olavs Menn – syngjandi varðliðið

Høli: Klingran
Longd: 60 min

Á tjóðardegi Noregs, 17. mai, fer norska kórið Olavs Menn – syngjandi varðliðið saman við Tórshavnar Manskóri at syngja fyri okkum. Á skránni vera bæði norskir og føroyskir sangir og sjálvandi eisini Ólavur Trygvason.

Olavs Menn er eitt manskór, sum hevur hildið saman síðan 2008, tá ið teir vóru við í framførsluni av operuni Thora í Norska Operahúsinum í Oslo. Høvuðspersónurin í operuni er Ólavur Trygvason. Av hesum kemur navnið á kórinum. Olavs Menn eru varðliðið hjá Ólavi Trygvason – 25 stoltir menn úr ymsum pørtum av Trøndelag, sum heldur vilja brúka røddina enn spjót og skjøldur.

Líka síðani hava teir hildið saman – fyrst undir tónlistarligu leiðsluni hjá Harald Bjørkøy, og nú Lars Eggen, báðir dugnaligir kórleiðarar og professionellir sangarar.

Tónleikaskráin er sett saman av serliga klassiskum kórsangi, sum riggar til tað mesta. Olavs Menn fevna tónlistaliga víða – frá stórbærum tónaverkum eftir Grieg og Bjørnson til kenslubornar, fløvandi balladur. Aðalmálið er at bera fram góðar søgur við orðum og tónum.

Á konsertini luttekur eisini Tórshavnar Manskór.

Prúða kórið, ið skjótt hevur 40 ár á baki, er størri enn nakrantíð og telur nú omanfyri 70 mans. Miðalaldurin er nakað høgur, men lægri enn fyri ári síðani, tá eitt búgvið lið av yngri monnum varð tikið upp í kórið. Tórshavnar Manskór er sera virkið, og tað gongur valla vika, uttan at ljómur frá manskórinum hoyrist á onkrari samkomu, føðingardegi ella sangtiltaki.

Høvuðsdirigentur er Jón Festirstein, sum hegnisliga hevur tikið við taktstokkinum hjá Bjarna Restorff, stovnara kórsins, sum andaðist í fjør.