Fátt er so savnandi sum ólavsøkuróðurin. Ein sovorðin murra av fólki, ið kimblast saman til bros og brøgd.
Her er alt. Perlur og bond til tey smáu. Reyp og roysni til tey spentu. Ella eitt prát við ein vin, sum tú ikki hevur sæð í langa tíð.
Ólavsøkuróðurin er eitt deiligt stað at byrja ólavsøkuna.
Øll sum keypa atgongumerki á netinum til ólavsøkuróðurin, eru við í dráttinum um at vinna eitt gávukort uppá 2000 kr. frá Atlantic Airways.
Klokkan 13 byrjar barnaróðurin. Klokkan 15 byrjar vaksnaróðurin.