Við nýggju Kirkjustovuni hava vit nú bæði hølir og høvi at vísa fram og greiða frá hesum sermerkta listaverkinum, sum hevur fingið fast pláss í okkara ólavsøkusiðvenju.
Ólavsøkuklæðið, sum varð vígt í 2020, er eitt sergjørt altarklæði – eitt antependium – ið hongur niður fyri tríggjar síðurnar á altarinum. Tað er vovið úr ull, silki og eftirgjørdum tráði, og er 393 cm langt og 105 cm høgt. Klæðið er framleitt á heimsviðurkenda gobelinverkstaðnum Tapisserie Pinton d’Aubusson í Fraklandi, ið samstarvar við Manufacture des Gobelins, stovnað av Ludvík XIV.
Listamaðurin Edward Fuglø eigur hugskotið og myndevnið, sum sýnir Ólav Heilaga og litirnir, ið minna um Merkið. Framleiðslan er gjørd í tøttum samstarvi við Elsu Johannu Høgenni, sum hevur staðið fyri tekstilpartinum.
Á tiltakinum fara Edward og Elsa Johanna at greiða frá um tilgongdina – frá hugskoti til liðugt verk. Tey fara at lýsa arbeiðið, listarligu hugsanina og handverkið, sum liggur aftanfyri Ólavsøkuklæðið.
Tiltakið byrjar í Kirkjustovu, har framløgan verður hildin. Aftaná fara vit saman yvir í Havnar kirkju, har klæðið longu hongur – klárt til Ólavsøkuna.
Øll eru hjartaliga vælkomin!