Øll søgan um ADHD
Høli: Høllin
Longd: 12:30 – 16:00
Einki vísindaligt grundarlag finst fyri nógvum av tí, vit oftast hoyra um ADHD. Hvussu navigera vit sum myndugleikar, fakfólk, avvarðandi og ikki minst, persónar við diagnosuni, í stóru óvissuni kring ADHD-hugtakið?
Kom við til ein áhugaverdan seinnapart, har vit seta sjóneykuna á ADHD, og lat teg annaðhvørt avbjóða ella styrkjast í tínum illgruna.
Temadagurin er fyriskipaður av Gitte Klein og Suna Poulsen.
Galdandi ADHD fatanin er ov einføld
Almenna frágreiðingin um, hvat ADHD er, er alt ov einføld. ADHD verður lýst sum eitt viðføtt og sera arvaligt menningarórógv í heilanum, ið ein hevur alt lívið. Orsøkin til, at talið á teimum, ið fáa diagnosuna er fleirfaldað, seinastu árini, er, tí diagnosan ikki er vorðin viðurkend fyrr, og at mong tí enn eru ódiagnostiserað. Vit hoyra um ymiskar stuðuls- og viðgerðarhættir, har hin munabesti skal vera heilivágur. Víst verður til, hvussu týdningarmikið tað er, at útgreina skjótast til ber, so sleppast kann undan sera óhepnu avleiðingunum av manglandi diagnostisering.
Men hvat um søgan, í veruleikanum, er ein onnur?
Atfinningarnar móti hesi vælkendu fatanini, eru líka gamlar sum ADHD-hugtakið sjálvt, og tær seta fleiri spurnartekn við fatanina, m.a. um tað yvirhøvur gevur meining at tosa um ADHD sum eina diagnosu? Er nakað vísindaligt grundarlag fyri at siga, at ADHD er eitt viðføtt menningarórógv í heilanum? Ella er støðan heldur tann, at henda fatanin forðar okkum at skilja, hví børn og ung, í veruleikanum, mistrívast, og sostatt hvussu vit hjálpa teimum best? Hjálpir heilivágur, ella ger hann kanska størri skaða enn gagn, í longdini? Hvørjar avleiðingar hevur tað at siga við fólk, at teirra avbjóðingar stava frá einum genetiskum menningarórógvi, ið er partur av teimum alt lívið? Og ikki minst, er økta talið á teimum, ið fáa diagnosu, farið heilt av sporinum?
Vit leggja fyri við einum áhugaverdum fyrilestri, ið enski sálarlæknin, Sami Timimi heldur. Timimi er ein av atfinningarsomu røddunum, og hann hevur skrivað fleiri bøkur og vísindaligar greinir um ADHD diagnosuna; m.a metsølubókina Searhing for Normal – A new approach to Understanding Mental Health, Distress and Neurodiversity. Tú kanst lesa meiri um hann her: www.samitimimi.co.uk
Eftir fyrilesturin er ein støðgur, har vit leska okkum við kaffi, te og ábiti.
Vit halda áfram við styttri framløgum, har føroyskir myndugleikar og stovnar geva sítt íkast til týdningarmikla kjakið um ADHD diagnosu og viðgerð. Skal ráðandi lívfrøðiliga-medisinska fatanin av ADHD framhaldandi avgera, hvussu vit hjálpa børnum og ungum sum eldri? Ella skulu vit lata atfinningarsomu røddirnar og ymiskleikan fáa størri rúmd? Er man farin at ivast – líkasum eitt nú myndugleikar í Danmark og Onglandi?
Yvirskipaða endamálið við tiltakinum er at skapa eitt opið og virðiligt kjak um ymsu sjónarmiðini kring ADHD. Fyriskiparin vónar, at tiltakið elvir til, at rúm eisini er fyri atfinningarsomum røddum. Tær atfinningarsomu røddirnar eru nevniliga her, og tær hvørva ikki.
Prísir:
740 kr. pr. persón. Early Bird-prísur fram til 15. mars. 2026 er 690 kr.
690 kr. tá ið tú keypir 5 ella fleiri atgongumerki
665 kr. tá ið tú keypir 10 ella fleiri atgongumerki