Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð. Og sum altíð er ein serligur gestur, sum hesa ferð er Alfred.
Alfred er drivin av huginum at skriva og spæla góðan tónleik.
– Fyri okkum er tað umráðandi, at vit skriva tónleikin saman, tí allir limirnir fáa íblástur úr ymiskum sløgum av tónleiki. Hetta ger, at tónleikurin hjá okkum verður heilt serstakur – og tað er júst soleiðis, vit ynskja tað, siga ungu harrarnir í Alfred.
– Tá ið vit spæla, er tað ein veitsla. Orka og gott lag eru týðandi partur av framførsluni, og tað er umráðandi fyri okkum, at áhoyrararnir fáa lut í hesum. Í stuttum: Feitur tónleikur og gott lag, leggja teir afturat.
Vit eru Alfred:
Jónas Reinert Vesturklett – sang og gittar
Treysti Holm – el gittar
Helge Marius Greve – klaver og gittar
Heini Hofgaard Johannessen – bass
Alfred Moyell Johansen – trummur
Innskriving: kl. 19.30
Alfred á pall: kl. 20.00
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.