Loading Events
Nær
24. juni 2026 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open mic / Open Stage við Bjærnir

Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Bjærnir er ein akustiskur folkbólkur við einum indie twist’i. Við gittara, trummum, bassi og sello taka bjóða tey tær á eina ferð við kærleika, sorg, havinum og høroysku náttúruni.

Limir:
Ronja Noomi Guttesen Johansen – sang og gittar
Baldur Kjartan Vilhjálmsson Reynagarð – klaver, trummur og gittar
Bjørn Patursson – sello
Omi Joensen – bass

Innskriving: kl. 19.30
Bjærnir á pall: kl. 20.00

Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.