Loading Events
Nær
29. apríl 2026 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic / Open Stage við Glasull á Reinsarínum

Vit fáa vitjan av serliga gestinum Glasull, og sum altíð verða tað Anna og Arnold, sum eru vertir og skapa tað heimliga og innbjóðandi umhvørvið, ið Open Mic er kent fyri.

Glasull kvartett er mannaður av fýra ungum føroyskum tónleikarum, sum spæla tónleik við greiðum íblástri frá fusion jazz. Á skránni verða bæði tulkingar av kendum jazzløgum og egin løg, so áhoyrarar kunnu gleða seg til eitt fjølbroytt og spennandi tónleikakvøld.

Í Glasull eru:

Treysti Holm – gittar
Inga Laksáfoss Simonsen – ljómborð
Heini Hofgaard Johannessen – bass
Asger Schmidt Bendtsen – trummur

Open Mic / Open Stage er eitt tiltak, har øll eru vælkomin – bæði tey, sum vilja á pall, og tey, sum bara vilja njóta góða stemningin og tónleikin. Við sínum innbjóðandi og dámliga vertsleikluti syrgja Anna og Arnold fyri, at umhvørvið kennist trygt, avslappað og innbjóðandi.

 

Innskriving: kl. 19.30
Glasull á pall: kl. 20.00

Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.