Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
30. apríl 2025 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic/Open Stage við Ingu Laksáfoss Simonsen

Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað Inga Laksáfoss Simonsen, sum er serligur gestur.

Inga er 20 ár, frá Havn, og fer at spæla egin løg. Hon fær stóran íblástur frá folk-artistum frá 70’unum í mun til tekst og huglag. Serliga Kári P. er ein fyrimynd, tá ið tað kemur til tekst.

Huglagið kemur til sjóndar við samfelagsatfinnandi yrkingunum, ið verða sungna yvir gittarspæl í mol. Tó er settlistin ikki einstáttaður. Føroyska tulkingin hjá Ingu av latínskum Bossa Nova tónleiki verður eisini at hoyra. Afturat henni verður Emma Sannino á bass.

Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30.

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.