Open Mic / Open Stage við Krasj
Tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.
Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
Krasj er ein spildur nýggjur PUNK bólkur, sum Krasjar inn á føroyska PUNK pallin við heilt heimagjørdum og PUNKutum PUNK løgum.
Hesir PUNKutu fýrarnir eru klárir at vísa seg á pallinum og byggja spenningin við eitt sindur av íblásturi úr PUNK verðini. Geri tykkum klár til eina PUNK uppliving sum koyrir full drøn… PUNKtum.
Manningin:Rókur Dagbjartsson Kjærbek – leiðandi vokalPrithvi Das – leiðandi gittarTummas Árni Dam Christophersen – bassBaldur Kjartan Vilhjálmsson Reynagarð – trummur
Innskriving: kl. 19.30
Krasj á pall: kl. 20.00
Stuðlað hevur Mentamálaráðið.
