Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað Ronja, sum er serligur gestur.
Bólkurin hjá Ronju varð stovnaður fyri stuttleikar, men valdi at royna seg í Sement í 2025.Talentið hjá Ronju vann henni og bólkinum 3. plássið á Sement 2025.
Saman við sterkum tekstum, fangandi melodium og við einum alternativum ljóði,hevur Ronja skapt sítt heilt egna ljóðunivers. Eitt ljóðunivers, sum tú absolutt burdi vitja, um tú fært kjansin.
Tað verður ektað, livandi og við einum smíli. Bólkurin gleðir seg, og tað kanst tú eisini!
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður, har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00 fer Ronja á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.