Loading Events
Nær
12. november 2026 kl. 20 - 20:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Orð & Tónar – Nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva

Skráin:
Tónleikur: Tina Mellem

Myndprýddar, endursagdar sagnir  
Fyrra partin av kvøldinum práta Heiðrikur av Heygum og Uni Holm Johannesen um sagnirnar, m.a. hvat tær kunnu siga okkara tíð, og hvussu til bera at myndtulka tær.

Tónleikur: KATA

Steðgur

Marran
Eftir steðgin tosa Rakel Helmsdal og Rakul í Gerðinum um nýggju dystopisku skaldsøguna, ið nevnist Marran.
Trælanípan
Síðan fara Hans Jacob Kollslíð og Elin Michelsen at skifta orð um nýggju fantasy skaldsøguna eftir Jógvan Isaksen, ið nevnist Trælanípan.

Tónleikur: Tina Mellem

Kom oman á Reinsaríið, set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót eina løtu við góðum tónleiki.

Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri