Orðfeingisómegd – samskifti heldur enn skíggjar
Høli: Skálin
Longd: 45 min.
Nógv kjak hevur verið um orðfeingi, fartelefonir og PISA-kanning hesa seinastu tíðina. Hvussu er støðan, og hvagar fara vit í málspurninginum? Hvønn týdning hevur tað, at børn og ung eru verri fyri málsliga? Er skíggin størsti trupulleikin fyri málførleikarnar, og hvat kunnu vit at gera fyri at styrkja okkara evni at orða okkum og áhugan fyri lesing?
Á Bókadøgum fara fýra áskoðanarmyndarar at kjakast um støðuna hjá føroyska málinum í 2026.
Hvør fer at gera okkum klókari?
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum og lærari. Í fleiri ár hevur hann ávarað um neiligu árinini, sum talgildur bundinskapur og órógv hava á børn og ung.
Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur og lærari. Royndir hansara sum undirvísari í hádeild hava fingið hann at leggja alment út, at tað gongur stútt og støðugt niður á bakka við føroyskum.
Jógvan D. Hansen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur ríkað okkum við sendingini Filosoffarnir í Kringvarpi Føroya um heimspekilig evni upp gjøgnum søguna.
Vár Eydnudóttir, mentanarfrøðingur, ið m.a. hevur skrivað skúlabókina Mentanarfatan C, sum er fyrsta bókin á føroyskum til lærugreinina Mentanarfatan á miðnámi. Bókin umrøðir samleika, mentamót, alheimsgerð og ungdómsmentan við dømum úr Føroyum og uttan úr heimi.
Verið vælkomin til eitt orðaskifti um eitt sera trupult og týdningarmikið evni.
Fyriskipari: Felagið Føroyamál