Palestine ’36 (Annemarie Jacir 2025 119 min)
Í hesum søguliga spælifilmi førir hon okkum til árið 1936. Meðan allar búsetingar í økinum, har bretar hava yvirræði í Palestina, gera uppreistur móti bretska kolonistýrinum, roynir Yusuf at finna eina liviliga leið og tilveru millum heimið á bygd og tølandi farran av stórbýi í Jerúsalem. Men til ber ikki at flýggja frá søguni og hennara gongd. Jødiskir tilflytarar í hópatali flyggja undan antisemitismu í Evropa og palestinska fólkið tekur seg saman í størsta og drúgvasta uppreisturi móti bretska yvirvaldinum, sum hevur staðið við í 30 ár. Bretska heimsveldið og alt økið fer skjótt at standa fyri skotum. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Hiam Abbass, Kamel El Basha og Jeremy Irons. “Oscar-Worthy Palestinian Narratives,” skrivaði ummælarin hjá New York Times.
Filmurin er ein altjóða framleiðsla á arabiskum og enskum, har Danmark, Svøríki og Noreg eisini eru við.
Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti.