Páll Finnur Páll
Hetta kvøldið verður OY umskapað til eitt parallelunivers, sum bjóðar fólki møguleikan at mýkja stemmubondini og at seta lit á mentala landslagið.
Tey, sum bert eru von at syngja undir einari illa viðlíkahildnari brúsu, har baðiforhangi hungrar eftir rodalon, eru eisini vælkomin til krypteraðar tekstir og ristingar frá nýggju 432hz trummuni.
Tú kanst fyrireika teg uppá, at tú vaknar dagin eftir og hugsar “Havi eg verið á konsert, ella hava sangirnir bara átikið sær fastan bústað í heilanum?”
Kom við til eitt kvøld við Páll Finnur Páll, har alt kann henda, og okkurt helst fer at henda, sum tú ikki ert klár uppá.
