Loading Events
Nær
25. mars 2026 kl. 17 - 20
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
Ókeypis atgongd

Pallborðsfundur: List sum samfelagslig íløga

Í Føroyum er list ein virkin partur av samfelagnum – Hon ávirkar hvussu vit hugsa, kenna og virka – og hevur beinleiðis týdning fyri trivnað, sálarheilsu og kensluna av at hoyra til.
Men list er eisini ein demokratisk kraft.
Hon gevur pláss til fleiri røddir, skapar rúm fyri ósemju og nýggjum sjónarmiðum, og styrkir okkara evni at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt.
Eitt livandi fólkaræði krevur eitt livandi listaligt rúm.
Á hesum pallborðsfundi verður listin sett á breddan, har valevni frá øllum flokkunum koma at siga frá teirra hugsanum um tað listaliga økið.
Orðstýrari verður Barbara Holm.
Tiltakið er alment.
Møtið fjølment.
P.S.
Eftir pallborðsfundin ber til at hyggja í felag eftir forfólka umfarinum hjá Kringvarpinum á stórskíggja úti á háskúlanum.