Vælkomin til eina hugnaliga og kreativa løtu á savninum.
Frá leygardegnum 12. apríl til og við mánadagin 21. apríl er páskaklipp á skránni hvønn dag millum kl. 11 – 16. Vit hava opið allar páskadagarnar.
Vit klippa og tekna páskaprýði í vøkrum litum og skapum. Við borðini í forhøllini eru myndaformar, pappír, saksar, tussjir, fjaðrar og annað spennandi tilfar og uppgávur.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!