Páskaklipp á Listasavni Føroya
Nú nærkast páskirnar, og barnafamiljur eru vælkomnar til eina hugnaliga og kreativa løtu á savninum.
Vit klippa og tekna páskaprýði í vøkrum litum og skapum. Við borðini í forhøllini eru myndaformar, pappír, saksar, tussjir, fjaðrar og annað spennandi tilfar og uppgávur.
Savnið er opið hvønn dag frá 26. mars til og við 6. apríl millum kl. 11 – 16 – eisini páskadagarnar.
Tiltakið er ókeypis.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
