Loading Events
Nær
4. juli 2026 kl. 14:30 - 15
Hvar
Perlutúnið
Prísur
Ókeypis atgongd

PERLUPALLURIN TIL BØRN: Plantasjutekno

Vit fara inn í eina føroyska junglu av tónleiki gjøgnum tíðirnar. Plantasjutekno er litrík remix av kendum sum ókendum jazz-, fólka- og bluestónleiki, sum hóskar til allar fuglar í viðarlundini, lítlar sum stórar, kvaggandi sum gorrrandi! Børnini verða bjóðaði at lata seg í dansivinaligar skógvar, og at luttaka í fríum dansi og øðrum rørslum!
Framførslan er stuttlig og fyri børn (og tey, sum enn minnast at hava verið børn).