Loading Events
Nær
22. november 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Sjónleikarhúsið
Prísur
DKK 150

Petur og jólini

Í dreymi verður hann eisini órógvaður hvørja nátt av teirri óndu heksini, ið ikki orkar fyri ektaðum jólafriði, og tískil roynir at gera alt fyri at oyðileggja jólini hjá Peturi.

So er tað mamman, sum ongantíð hevur tíð, og abbin, sum bara gongur um beinini á sær sjálvum, og pápin, sum hevur fingið strongd og mist arbeiðið, og 7 ára gamla systurin, Anna, sum liggur á landsjúkrahúsinum við brotnum beinum.

So er tað sjálvandi eisini tann elskuligi sjúkrahúsklóvnurin, sum við undirhaldi og ymiskum kynstrum roynir at gera øll glað; og her ikki minst Onnu, so hon møguliga kann gerast byrg nokk til at koma heim til jólar.

Kanska verður tað júst klóvnurin, ið verður tann stóra orsøkin til, at jólini kortini gerast til eina sanna gleðisstund hjá Peturi og hansara nærmastu.

Ja, hvør veit?

Stílur:

Talan verður um ein einmansleik (uml. 50 min.), ið verður framførdur av Rógva Dam.

Her verður høvið at uppliva eina einfalda og bergtakandi framførslu, har dygdargóð leiklist, saman við framúrskarandi klovna-og gandakynsturi, skapa eina sjáldsama og bergtakandi forteljing, sum øll familjan kann taka við sær heim og tosa nærri um.

Málbólkur

Leikurin er snøgt sagt ætlaður øllum. Ja, her kunnu snøgt sagt allir aldrar vera við. Frá heilt smáum børnum, sum ikki heilt skilja allan samanhangin, men tó kortini kunnu taka hann til sín, tí her er so mikið nógv forvitnisligt og gandakent við, til tey rættliga tilkomnu, ið enn evna at geva seg til ein magiskan heim, har alt kann henda.

Sostatt er hann eisini framúr væl egnaður sum ein familjuleikur.

Stigtakarar eru Rógvi Dam, leikari og framleiðari, og Bárður Persson, leikstjórn og leikrit.