Plúmm (økistónar)
Best kent er samstarvið við Terja Rasmussen undir heitinum “Terji & Føstufressar”. Tá hesir tónleikarar koma saman sum Plúmm, er tað við egnum fortreytum. Lagt verður upp til eina konsert við anarkistiskum blandi av sjangrum við intensum, flúgvandi improvisatiónum. Hesaferð verður James Olsen við sum slagverksleikari og sangari. Tónleikararnir í Plúmm teljast millum fremstu í landinum.