

Plúmm
Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar”. Annars hava limirnir í bólkinum spælt við einum ótali av artistum. Tá ið teir koma saman sum tónleikarar undir egnum fortreytum, er tað undir navninum Plúmm. Lagt verður upp til eina konsert við kaotiskum blandi av sjangrum við intensum, flúgvandi improvisatiónum. Tónleikararnir hjá Plúmm eru allir sjálvlærdir virtuosar, útbúnir, og virðislønarvinnarar.
Leivur Thomsen – gittar
Magnus Johannessen – ljómborð
Arnold Ludvig – bass
Rógvi á Rógvu – trummur
James Olsen – slagverk/sang
James Goodwin – slagverk