Loading Events
Nær
14. november 2025 kl. 17 - 20
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

Pól Huus Sólstein í Smiðjuni í Lítluvík

Litirnir flóta í hesum hárfina tvískilda rúminum – gjøgnumskygd løg av blágráum, okkergulum og dustgrønum skapa eitt serligt, næstan ljóðleyst huglag. Onki skríggjar ella rópar eftir tær. Tað er sum alt andar.

Verkini javnviga millum tað ímyndandi figurativa og tað reint evnisliga. Rørslan við penslinum er bæði sjálvkrevjandi og tilvitað, og júst í hesum krossøki tekur seg upp ein serligur spenningur. Tað er sum litirnir ferðast yvir pappírið og verða til eina mynd av tíð; ein upploysn av nøkrum ómetaliga ítøkiligum – men tó so skroypiligt.

Framsýningin hevur eitt heildaryvirbragd yvir sær. Tað er eitt ávíst stev í endurtøkuni av motivunum í teimum avmáldu variatiónunum – sum ein seinur andadráttur ella ein tónleikaligur sláttur, sum heldur saman um heildina. Tað er ein poetisk minimalisma yvir øllum verkunum.