

Pól Skarðenni – Heystframsýning
Hetta hevur verið eitt sera virkið og spennandi ár hjá Póli, sum aftur í ár hevur verið úti í heimi og luttikið í málikapping, hesa ferð í New Bern, North Carolina, USA.
Á framsýningini verða fyrst og fremst føroyskir landslagsmálningar, men eisini nakrir málningar úr USA, har hann tók lut í kappingini.
