Loading Events
Nær
16. november 2026 kl. 19 - 22
Hvar
Margarinfabrikkin
Prísur
Ókeypis atgongd

Prenta títt egna prent á pløgg

Sum nakað nýtt bjóðar Margarinfabrikkin teimum ungu (7. flokk til og við 17 ár) til verkstovu, har vit fara at sniðgeva og prenta á klæði. Tú lærir at gera skitsur klárar til endaligt prent. Síðan prenta vit á pløgg, sum tú hevur við ella á eina t-shirt, sum tú fært frá okkum. 

Droymir tú um at gera eina feita hoodie, T-shirt, totebag ella líknandi? So tekna teg til verkstovuna!

Verkstovan verður hvørt mánakvøld frá klokkan 19-22 í tíðarskeiðinum 9.-23. november (t.v.s. trý mánakvøld tilsamans)

Bárður DC verður undirvísari.

Verkstovan er ókeypis.