Loading Events
Nær
12. september 2026 kl. 22 - 22:01
Hvar
Við Tjarnir
Prísur
DKK 575,70

Queen Machine – við Tjarnir

Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið. Hvør einasta konsert er eitt stórsligið og kompromisleyst show við nógvari orku og spæligleði.

Ódeyðiligu hittini hjá Queen fáast satt at siga ikki betri á palli enn, tá Queen Machine framførir tey. Hetta er eitt einastandandi show, ið rakar áskoðaran beint í hjartað. Úr stóru lagaskjáttini hjá Queen leverar Queen Machine hitt sum; We Will Rock You, Bohemian Rhapsody, I Want To Break Free, A Kind Of Magic, Don’t Stop Me Now og Somebody To Love. Her er einki spart, tá tað snýr seg um konfetti, ljós og pallbúnar.

2025 byrjaði við fýra útseldum konsertum í Operahúsinum í Keypmannahavn við showinum “Our Night At The Opera”. Árið endar við yvir risastórari konsertferð, sum tekur støði í 40-árs hátíðarhaldinum fyri LIVE AID-konsertina frá 1985.

Í september 2026 sleppur tú at uppliva teir á føroyskum palli. Atgongumerkjasølan er byrjað, og atgongumerki fáast til keyps her á síðuni. Les meira á epiclive.fo.