Loading Events
Nær
04. februar 2026 kl. 18 - 19
Hvar
Føroya Sjósavn
Prísur
DKK 40 – 60

Rannsóknarferð á Sjósavninum

Kom á rannsóknarferð á sjósavninum, tá Sjósavnið bjóðar børnum og vaksnum inn í eitt huldulitt sjósavn, har fiskar, plantur, ljós og skuggar skapa eina serstaka uppliving.

Nógvar føroyskar sagnir hava eitt sterkt tilknýti til havið og tað ókenda, sum goymir seg undir yvirflatuni. Hendan upplivingin millum fiskarnar og planturnar knýtir mentan, sagnir og siðaarv saman.

Í myrkaløgdum hølum kunnu børn og vaksin fara á rannsóknarferð og finna ymiskar verur millum perlufiskar, krossfiskar og krabbar við teirra egnu lummalyktum og uppliva lívið í havinum á ein øðrvísi hátt.

Aftaná rannsóknarferðina kunnu børnini koyra teirra pappírsleypa í ein kassa og vera við í lutakastinum um eitt gávukort til Sjósaunagos, sum gevur atgongd til alt Sjósaunagos-økið í 3 tímar við sauna, tveimum hitapottum og kaltvatnskørum. Pláss er fyri 20 fólkum og virði á vinninginum er 5000 kr.

Eisini verður gjørligt at síggja kavaran, Boga Krosstein, svimja í tí stóra karinum við pannulykt, meðan tónleikur og myrkrið skapa eina stilla og ævintýrkenda uppliving.
Eitt annað verður at fara inn í “Sjósauna” og vita um man klárar at gita ymsar angar av plantuoljum.

Kostnaður:
Vaksin – 60 kr.
Børn 5-14 ár – 40 kr.,
Yngri enn 0 til 4 ár – ókeypis

GG! Minst til at hava lummalyktina við
GG! Tað ber til at melda seg til Huldulitt Sjósaunagos, sum verður aftaná tiltakið – sí saunagos.fo