Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. november 2025 kl. 19:30 - 19:31
Prísur
DKK 125 – 245

Reinhold Friedrich Brass Quintet

Høli: Høllin
Longd: 90 min (íroknað steðg)

Verkini, sum verða spæld á konsertini hjá Reinhold Friedrich Brass Quintet, fevna um fleiri hundrað ár í tónleikasøguni – frá Back og Vivaldi til Grenn Miller, samstundis sum skráin eisini umboðar tær fimm ymisku tjóðirnar, sum kvintettin umboðar.

Skrá

  • Johann Sebastian Bach: Brandenburg-konsert nr. 3

  • Carl Nielsen/Mogens Andresen: Fem præludier fyri messingkvintet

  • Luciano Berio: Call fyri messing kvintett

  • Victor Ewald: Messing kvintett nr. 4

Steðgur

  • John Dowland: Suite

  • Antonio Vivaldi/Brian Bindner: Trio Sonata í d-moll “La Follia”

  • Frederik Devreese: James Ensor Suite

  • Glenn Miller/Dedrick: Glenn Miller Medley


Kvintettin

Reinhold Friedrich Brass Quintet varð stovnaður í 2022. Limirnir í bólkinum eru av mætastu messingblásarasnillingum. Kvintettin er hjartamálið hjá heimsgitna trompetleikaranum Reinhold Friedrich, sum hevur staðið fyri at seta bólkin saman við einastandandi tekniskt og listarliga dugnaligum tónleikarum, sum eisini hava eina felags tónleikaliga visjón.

Kvintettin gav í 2024 út fyrstu útgávu sína Unity við Solo Musica. Á útgávuni eru m.a. útseting hjá Brian Bindner av verkinum hjá Antonio Vivaldi La Follia, umframt útsetingin hjá Mogens Andresen av Fem præludier hjá Carl Nielsen, sum er eitt av høvuðsverkunum, sum verða spæld á konsertini.

Kvintettin samstarvar við donsku basúnleikararnar Brian Bindner og Mogens Andresen um at spæla teirra útsetingar.


Limirnir

  • Reinhold Friedrich (trompet): Altjóða viðurkendur trompetleikari, fastur tónleikari í Lucerne Festival Orchestra og spælir bæði barokktónleik og nýmótans tónleik.

  • Jeroen Berwaerts (trompet): Belgiskur tónleikari, fyrrverandi tónleikari í NDR Symphony Orchestra, professari á Hanover University of Music, Drama and Media.

  • Lasse Mauritzen (horn): Fyrsti hornblásari í DR Symfoniorkestri og undirvísir hjá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium.

  • Ian Bousfield (basun): Fyrrverandi tónleikari hjá Vienna Philharmonic og London Symphony Orchestra, virkin sum solistur og dirigentur.

  • Thomas Røisland (tuba): Norskur tónleikari, tónleikari hjá DR Symfoniorkestri, hevur samstarvað við Lucerne Festival Orchestra og Berliner Philharmoniker.