Hetta skal hátíðarhaldast.
Sirkus bjóðar inn til tvífalda útgávuveitslu og konsert:
22.00: húsið bjóðar bobblur
– og vit uppvarpa video frá teimum báðum
22.30: Helgi framførir
23.15: Playmo framførir
Frá midnátt diskar Trygvi.
[ ] PLAYMO [ ]
Playmo ger pumpandi, rátt tekno, sum hypnotiserar og rakar hart um somu tíð. Hann hevur ein vaksandi altjóða fjepparaskarða, sum inniber nøkur av størstu nøvnunum innan tekno. Millum tey kunnu nevnast Charlotte de Witte, Dave Clark og Richie Hawtin.
Nýggjasta útgávan frá Playmo, ‘Machine Demon EP’, kom út 13. juni á italska útgávufelagnum Humanoid Gods, sum sigur soleiðis um tónleikin:
– The title Machine Demon was not chosen by chance. These are not merely tracks produced by machines; they sound like manifestations of something inhabiting the machinery itself: A presence that distorts, manipulates, and channels energy like a mechanical demon. This is sonic possession: a corrupted, pulsing flow born of something not entirely terrestrial.
– Machine Demon is the result of that interference. It does not seek harmony, but rather the raw truth of form. Signal accepted.
www.instagram.com/dj_playmo/
www.instagram.com/p/DK4i1pGMfbx/
linktr.ee/dj_playmo
[ ] HELGI [ ]Hóast Helgi serliga er kendur fyri síni ljóðlistaverk og DJ-framførslur, hevur hann eisini gjørt tónleik í nógv ár. Stílurin hjá honum sameinir house, teknó, disko, eksperimenterandi og alternativan popp.
Seinast, hann gav út, var í 2019, og nú er hann endiliga og tíbetur aftur við bangaranum ‘Tekno Eigur Lívið í Mær’, pluss einum bonus-track, sum er remiks av lagnum ‘Paradís’ frá 2019.
Helgi orðar seg soleiðis um ‘Teknó Eigur Lívið í Mær’:
– ‘Tað er anti-tónleikur’ segði onkur, og av onkrari orsøk festust hesi orðini í mær. Tey fangaðu júst ta kensluna, eg hevði, tá eg gjørdi lagið – eitt føroyskt teknó-hitt við einum skvetti av acid, gjørt í einum landi, har akustiski gittarin er vorðin ímyndin av ‘ordiligum’ tónleiki… tá ið alt, tú veruliga vilt hava, er teknó.
www.instagram.com/thehelgi/
www.youtube.com/watch?v=eUuUz_CTTl8&ab_channel=Helgi
linktr.ee/thehelgi
Tiltakið er stuðlað av Økistónum.