Loading Events
Nær
1. august 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Ítróttarhøllin í Kollafirði
Prísur
DKK 595

Róðrarveitsla 2026

KÍF-Kappróður skipar fyri gallaveitsluni, har rógvarar og onnur kappróðraráhugaði savnast til eitt kvøld við felagsskapi, hugna og hátíðarhaldi av føroyskum kappróðri.

Øll, sum hava róð FM-róður í 2026, eru vælkomin við til gallaveitsluna, eisini eru øll sum varða av feløgum og fjepparir annars eisini vælkomin. Aldursmark er 14 ár. Meira kunning um tilmelding og sjálva gallaveitsluna kemur seinni frá fyriskiparunum.

Áðrenn gallaveitslan byrjar, verður skipað fyri eini serligari heiðursløtu, har Róðrarsamband Føroya saman við fyriskiparunum fer at varpa ljós á nakrar av teimum stóru løtunum, avrikunum og persónunum, sum hava sett sín dám á kappingarárið.

Hetta verður ein miðlaløta, har rógvarar, manningar, stuðlar og miðlar verða við, tá vit saman skulu heiðra og fagna føroyskum kappróðri.