A slippery slope fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya… Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum “Róin – spælimaðurin við heimsins enda”. Í filminum fylgja vit tónleikaranum Róin Siggertsson, sum flytir heim aftaná næstan 30 ár í Danmark. Ein persónlig søga um at mistrívast, stríðast við rúsmisnýtslu, um at blíva pápi – og um at finna vón gjøgnum tónleikin.
Leikstjóri er Pætur H. Evensson, sum hevur fylgt Róin síðan 2021. Gorm Just hevur klipt, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað tónleik og gjørt ljóðmyndina. Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jón Hammer sum framleiðara.
Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum higartil ikki eru útgivin.
“Róin – spælimaðurin við heimsins enda” verður sýndur í Blábar 19. juli klokkan 20:00.
Aftaná sýningina verður intimkonsert klokkan 21.30, har Róin spælir nøkur av sínum egna løgum.