

Ronja Rasmussen v/ bólki í Reinsarínum
Fyrr í ár samlaði hon sær ein bólk saman og meldaði seg til Sement 2025. Í finaluni vunnu tey 3. plássi.
Hennara tónleikur hevur eitt alternativt ljóð, við fangandi melodium og sterkum tekstum. Ljóðuniversi hon hevur skapt er sítt heilt egna, og tað er eitt univers sum tú absoloutt burdi vitja, um tú fært møguleikan.
Ronja Rasmussen – sang og gittar
Edith Dahl Jacobsen – kór
Ása Helena Brynjarsdóttir – kór og gittar
Áron Poulsen – el gittar
Tiltakið verður stuðlað av Økistónar.