Loading Events
Nær
22. september 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Rótin – grønur kreativitetur úr Føroyum

Høli: Klingran, Skálin, Forhøllin
Longd: 120 min.

Hvussu kunnu gamlar handverkssiðvenjur, kreativitetur og góðar rávørur vera við til at slóða fyri einari grønari framtíð?

Kom við til ein hugkveikjandi og kreativan dag saman við Rótini – sum er í uppskoti til ársins Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins!

Á hesi verkstovu fáa børn og familjur høvi at hitta næmingar og lærarar á Rótini, skúlanum í Klaksvík, sum arbeiðir virkið við burðardygd, endurnýtslu og grønum loysnum. Tey fara at greiða frá sínum royndum og vísa, hvussu umhvørvistilvit kann vera praktiskt, kreativt og stuttligt – alt í senn.

Tú kanst taka lut í ymiskum ítrivum:

Verkstova 1: Lyklaringar og taskuprýði úr ull
Ger títt egna lítla heingiprýði burtur úr ull og gerst klókari um, hvussu tilfar kann fáa nýtt lív.

Verkstova 2: Bregdaband – føroysk handverkssiðvenja
Lær Føroya elsta handverksteknikk – nevniliga at bregda bond – og lær meira um livandi siðvenjuna.

Verkstova 3: Matur, smakkur og matoyðsl
Hvat kunnu vit gera við tann matin, vit hava, áðrenn hann endar í ruskspannini? Her ber til bæði at læra og smakka okkurt nýtt.

Vælkomin til ein seinnapart við skapanargleði, siðvenju, smakki og grønum hugskotum.