roWan @ OY í kvøld
Í kvøld:
Róin “roWan” Siggertsson spælir í OY. Róin Siggertsson – eisini kendur sum roWan – verður í kvøld at hoyra í OY.
Við sær hevur hann Arnold Ludvig á bassi og Brandur Jacobsen á trummum.
Teir tríggir eru vanir at spæla saman, og tað kemur ivaleyst at merkjast á framførsluni.
Lagt er sostatt upp til eitt inniligt og festligt kvøld, har teir millum annað fara at tríva í egin løg hjá Róini Siggertsson.
Róin er eisini kendur fyri sínar sermerktu tulkingar av stórum sangum – eitt nú hjá Billy Joel – og er kanska tað tættasta vit føroyingar koma Motown.
