Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
24. mai 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 315

Ruben Søltoft stand-up show

Høli: Høllin
Longd: 80 min

Hví er gott bústaðarlán nú vorðið frekkari enn ein bodytequila? Hví dugir unnustan ikki at gita, hvat mann hugsar? Hví giftast fólk og fáa børn? Og ikki minst: Hví hevur eingin sagt nakað?

Ruben Søltoft – ein av allarbestu donsku stand-up skemtarunum – er aftur á palli aftaná ein steðg. Og nógv er hent síðani sera væl umtóktu skemtisýningina Ting fra min mund. Í veruleikanum er serstakliga nógv broytt.

Tretivuárini raktu Ruben sum ein beint frammaná – bæði so og so – og hava noytt hann á eina menningarferð, sum vit nú sleppa at frætta frá. Tíbetur – ella sjálvandi – kemur íblásturin og orkan úr teirri kreppuraktu magakensluni og øllum tí undarliga, sum hoyrir vaksna lívinum til, og er hetta nakað av tí allarbesta, Søltoft hevur gjørt.

Hóast evnini eru álvarsom, er tað so ræðuliga stuttligt. Framførslan er ærlig og djørv, og hann nemur við evni sum trýstið av, hvat verður væntað av tær, samleikamissur, strongd, sjálvsvirði, parkeringstrupulleikar – og ljót børn. Við øðrum orðum –  evni um tað at vera vaksin.

Hetta verður alt kryddað við einari veruligari hending í Meksiko, har hann mundi doyð, og einari løgnari gíslatøku í hansara egna bili. Ruben er komin afturíaftur – og hann er í toppformi!

Hví hevur eingin sagt nakað? er ein skemtiframførsla um at trilva seg fram í lívinum sum vaksin við skemti sum hjálparamboð. Um at snáva – og finna seg sjálvan aftur. Hon er samtíðarviðkomandi, ærlig – og so ræðuliga stuttlig úr enda í annan.

Fyriskipari : All Things Live