Somuleiðis hevur hann spælt í Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum, Írlandi, Svøríki, Sveis, Suðurafrika og USA.
Hansara framførslur eru ein samanrenning av intelligensi, poetiskari nærveru og tónlistarligari megi. Tí er tað heldur ikki óvanligt, at útvarpsrásir kring allan heimin velja at senda solospælið hjá honum.
Hansara tónleikur hevur fingið knasandi góð ummæli frá m.a. BBC Music Magazine, Gramophone, Fanfare, The Strad, MusicWeb International og Classica. Felagsnevnarin er, at øll rósa tey hansara dýpd og listarliga integriteti.
Rupert Marshall-Luck er ikki bara ein violinleikari, hann er ein tónleikaforteljari, ið megnar at røkka langt inn í hjarta og sinn hjá fólki.