Loading Events
Nær
29. november 2025 kl. 19:30 - 30. november 2025 kl. 19:30
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 100 – 195

Rýtmugrafi

Høli: Høllin
Longd: 50 min.

Rýtman. Hon týðiligger kensluna av tíð og fyribrigdum sum koma og fara í einum rensli og merkjast á egnum kroppi, men kunnu verða torfør at seta orð á. Hon rørir við okkara kollektiva minni og setir okkum í samband við aðrar rýtmur í tilveruni: hjartaslátturin, døgnið, árstíðirnar, árið, ið fór, lívsins gongd.

Rýtma er bæði poetisk og rørandi og kann vekja sterkar kenslur og hugløg og skapa upphevjað sinnisrúm, har vit eina stokkuta løtu gloyma okkum sjálv burtur – um vit tora at sleppa takinum.

Verkið Rýtmugrafi er eitt listaligt samstarv millum føroyska dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensemble. Verkætlanin hevur til endamáls at granska samanspælið millum rørslu og rýtmu sum javnsettar listaligir miðlar í einum pallverki.

Vit ynskja at spæla við ta nærveru og dýpd, ið bert kann skapast við livandi framførslum – at skapa ein felags puls. Ein felags puls hjá bæði tónleikarum, dansarum og áskoðarum. Sostatt verður pulsurin í rúminum við til at skapa eitt sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í.

Koreografi og dansiframførsla: Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Tónleikarar: Ári Berghamar Danielsen, Rúni K. Mouritsen, Jan Rúni Poulsen og Helena S. Lamhauge
Kompositión: Rúni K. Mouritsen
Ljóðmynd: Jan Rúni Poulsen
Búnar: Maibritt Marjunardóttir
Pallsmíð: Bjørn Ulvedal Simonsen
Ljós: Villiam Soo Joensen
Samskiparar: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Bech Árting og Ári Berghamar Danielsen
Lýsingarmyndir: Tróndur Dalsgarð

Stuðlað hava: Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Listaflog, Mentanargrunnur Landsins. 

Takk til: Dansifrøi, Føroya Symfoniorkestur,Tórshavnar Musikkskúla, Norðurlandahúsið, Føroya Fólkaháskúla og The North Atlantic Islands Dance Network. 

Samframleiðsla: Norðurlandahúsið