Loading Events
Nær
13. mars 2027 kl. 19 - 23
Hvar
Lívdin

Sálmar & Sangir – dupultkonsert í Lívdini

Tú kennir kanska sálmarnar, men ikki soleiðis. Leygarkvøldið 13. mars 2027 verður dupultkonsert í Lívdini, har tveir bólkar geva teimum hvør sín dám.

Kl. 19.00 – Hallur Joensen við bólki
Hallur Joensen hevur bólkin við sær har teir hava countrysálmar og sangir á skránni. Steel guitarin og hansara eyðkenda rødd seta dámin, tá hann tekur sálmarnar og sangirnar inn í sín tónleikaheim.

Kaffi og prát millum konsertirnar
Í steðginum millum konsertirnar bjóða vit kaffi, te og okkurt afturvið. Her er tíð til eitt prát, áðrenn Salmer på Pøbb fara á pallin. Hetta er við í atgongumerkjaprísinum.

Kl. 21.30 – Salmer på Pøbb
Salmer på Pøbb er ein vælumtóktur norskur bólkur, ið javnan spælir fyri útseldum húsum. Við Lewi Bergrud á odda og kenda trummusláaranum Karl Oluf Wennerberg, ið hevur spælt og ferðast sum fastur trummuspælari hjá A-ha og Morten Harket, framførir bólkurin gamlar og nýggjar sálmar við rock-, blues- og gospeldámi.

Tónleikurin fær nýggjan búna, meðan upprunaligi boðskapurin verður varðveittur.

Tvær konsertir. Eitt atgongumerki. Forsøla: 425 kr. í alt. Við dyrnar: 550 kr. Kaffi, te og okkurt afturvið eru við í prísinum. Atgongumerki fáast á praisehim.fo.