Saman um grønu framtíðina
Í umhvørvispolitikkinum, sum røkkur frá 2026 til 2032, eru ásett fleiri mál og átøk, sum kommunan fer at stremba eftir at røkka komandi árini.
Kommunan hevur sett sær fyri at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassi næstu árini, m.a. við at fremja grøna orkuskiftið í kommunalum bygningum og við at betra umstøðurnar hjá bleytu og kollektivu ferðsluni.
Eisini raðfestir kommunan at menna vitan um náttúruna, tryggja skynsama nýtslu av lendi og fáa reint umhvørvi á landi og við strendur. Ein partur av umhvørvisarbeiðinum verður at minka nýtslu, avmarka nøgdir av burturkasti og geva borgarum og vinnulívi betri møguleikar at skilja ruskið.
Tórshavnar býráð hevur samtykt nýggja umhvørvispolitikkin, og nú verður hann so lagdur fram í Perluni. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.