Hetta er løtan, har vit uppliva roynd og óroynd, har felagsnevnarin er nýggjur og spennandi tónleikur, ið ikki er útgivin.
Tónleikinum syrgja hesi átta nøvnini fyri:
– Magnus King
– Bolstad
– Ronja
– Rúna Vang Kjærbo
– Nafro
– Julian Slick
– SPÓK
– Sigmunda
Kom við og fá eina eksklusiva smakkiroynd av framtíðini hjá føroyskum tónleiki. Ver partur av kvøldinum, tá nýggir tónar fylla rúmið og spennandi framførslur tendra hugflogið.
Tryggja tær atgongumerki nú – og verð fyrst at uppliva stjørnurnar, áðrenn tær fara á flog!