Sýningin verður í Blábar, sum eisini er karmur um ein stóran part av stuttfilminum. Stuttfilmurin HALT UM MEG snýr seg um eina nátt, har tvey fremmand fólk deila orð, flenn og tár. Í myrkrinum í barrini royna tey at fylla tómrúmini hjá hvørjum øðrum. Men kann ein nátt av nærleika grøða sorgina, ella fer tómleikin aftaná hesa heilagu nátt einans at vaksa?
Frá kl. 19 verða boblur og poppkorn at fáa (íroknað atgongumerkið)
Eftir filmssýningina verður prát við leikstjóran Mariu Winther Olsen og framleiðaran Rógva Rasmussen. Eisini verður eitt pallborðsprát, har prestur, sálarfrøðingur og lækni fara at viðgera evnini kynslív, samtykki, eingangs, hjartasorg og skomm. Luttakarar í pallborðsprátinum eru Bjørt Lind, Anne Mette Greve Klemensen og Amalia Danielsen. Orðstýrari er Hermann Eliasen.
Aftaná tiltakið verður hugnaligur kokkteylstemningur, har HARALDSEN diskar góðar vikuskiftistónar.